Dagsins útvalda innihald

Jim Reeves

James Travis Reeves (føddur 20. august í 1923, deyður 31. juli í 1964) var ein sangari, sangskrivari og tónleikari frá Galloway í Texas, USA. Foreldur hansara vóru Tom Reeves og Mary Adams Reeves. Reeves var ikki meira enn ársgamal, tá pápin doyði í 1924. Jim Reeves fekk sín fyrsta gittar sum fimm ára gamal. Tá ið hann var tólv ára gamal, luttók hann fyri fyrstu ferð í einum útvarpsshow, tað hendi í Shreveport, Louisiana. Hann spældi baseball sum ungur. Hann fekk eitt lestrarpláss (legat) og fór at lesa taliteknikk og drama, men hann gavst eftir 6 vikum og fór at arbeiða á einari skipasmiðju í Houston. Hann fór aftur at spæla baseball sum hálvprofessionellur. Reeves-slektin kom upprunaliga úr Írlandi. Tá ið hann spældi á konsertum, kom tað ofta fyri, at hann spældi "Danny Boy". Tann fyrsta singulin, sum hann spældi inn, var "Mexican Joe" (1953). Hann fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við sanginum "He'll Have to Go", ið Joe Allison gjørdi lagið til. Jim doyði í flogvanlukku 31. juli 1964 í Tennessee.

Image-x-generic.svg
Dagsins mynd

Krafla power plant - Kröflustöð - alternative.jpg

Krafla-orkuverkið (á íslendskum: Kröflustöð) er eitt jarðhitaorkuverk á Norðurlandinum nærindis virkna gosfjallinum Krafla nærindis Mývatn.

Internet-web-browser.svg
Aktuellar hendingar
Trump and Kim shaking hands in the summit room.jpg
  • Rebekka Fuglø gerst danmarkarmeistari á 1500 metrum í renning.
  • B36 vinnur finaluna um Løgmanssteypið móti HB.
  • vinnur samanlagt 3-2 í UEFA Europa League og kemur fyri fyrstu ferð víðari í evorpiskari kapping.
  • Donald Trump, forseti í USA, og Kim Jong-un, statsleiðari í Norðurkorea, hittast á toppfundi í Singapore (myndin).
  • Olaf Johannessen fær eina Reumert virðisløn

  • Office-calendar.svg
    Í dag

    Hin 21. mars: Bænadiktsmessa, Tjóðardagur Namibia

  • 1857 - Ógvisligur jarðskjálvti í Japan hevur við sær at 100.000 lata lív.
  • 1990 - Namibia verður sjálvstøðugt.
  • 2006 - Samfelagsmiðilin Twitter (myndin) verður settur á stovn.


  • Help-browser.svg
    Visti tú...

    Frá nýggjastu ella nýliga víðkaðu greinunum á Wikipedia…

    Blues Perlan Blueberry Jam Session.JPG

    • ...at Suni úr Hørg úr Sumba yvirlivdi arbeiðsvanlukku, har hann datt 9,70 metrar niður á betong, og nú arbeiðir sum timburmaður, hóast hann er umleið 95% blindur?
    • ...at Hargabrøðurnir úr Sumba róku írskar sjórænarar til rýmingar úr Hvalba og fingu í 1612 boðið Stóru Dímun afturfyri avriksverk teirra, og at teir søgdu nei takk?
    • ...at elsti føroyingurin nakrantíð, Theodor Thomassen úr Sørvági (1908-2016), át nógva grind, ið granskarar annars siga vera so dálkaða, at hon er heilsuskaðilig?
    • ...at føroyski tónleikarin Ragnar Finsson (myndin) í 2008 gjørdist nummar trý til kappingina hjá DR, ið nevndist Talent?
    • ...at føroyski tónasmiðurin Óli Jógvansson vann "The UK Songwriting Contest 2015" í intrumentala bólkinum fyri lagið Forever Gone?
    • ...at føroyski trúboðarin Daniel Jacob Danielsen var við til at støðga ræðuleikum, ið vórðu framdar av belgiarum í Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo fyrst í 20. øld?
    • ...at gongustjørnan Merkur er poknut um alla skorpuna av stórum kraterum? Tað størsta, Caloris-bassengið, røkkur 1.300 km í tvørmát.
    • ...at danski rithøvundurin Klaus Rifbjerg saman við øðrum læt upp matstovuna Kong Hans Kælder í 1976, og at henda matstovan var tann fyrsta í Danmark, ið fekk eina Michelinstjørnu?
    • ...at mannakroppurin er samansettur av uml. 60 billiónum (60.000 milliardum) kyknum?

    Gravestone icon2.svg
    Seinastu andlátini
    John McCain official portrait 2009.jpg



    Les á øðrum máli